Nógvur vindur við Norðradalsskarð

Nógvur vindur við Norðradalsskarð
Bara í 932 dagar av teimum 2.720 døgunum í seks ár var vindferðin minni enn 25 m/sek. 
Hált var í 566 dagar í tíðarskeiðnum. Ringast var í 2019. Tá var hált í 114 dagar.
 
20.10.2021 - 10:57

Í tveir dagar í tíðarskeiðinum 1.januar 2015 til 31.desember 2020 var vindferðin í hvirlunum við                                                                                                                                                         Norðradalsskarð millum 80 og 82 m/sek. 

Tað stendur í frágreiðingini hjá arbeiðsbólkinum, sum kannaði varðhaldið í Mjørkadali.

Bara í 932 dagar av teimum 2.720 døgunum tey seks árini var vindferðin minni enn 25 m/sek. 

Veðurstøðin og vindmátarin á Norðradalsskarði.

Í tríggjar dagar var hon millum 70 og 79,9 m/sek.

Í 156 dagar var vindurin omanfyri 30 m/sek. við Norðradalsskarð. 

Hált í 566 dagar

Kannað er eisini, hvussu nógvar dagar hálka var á Oyggjarvegnum hesi seks árini.

Hált var í 566 dagar.

Ringast var í 2019. Tá var hált í 114 dagar.

Gjørt verður vart við vánaligu verðurlíkindini í frágreiðingini, millum annað, at kavaruddingin stegðar klokkan sjey um kvøldið, tí ofta er brúk fyri at koyra millum Havnina og Mjørkadal.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028