ST-trygdarráðið á kreppufund um Norðurkorea

ST-trygdarráðið á kreppufund um Norðurkorea
Rakettin, sum Norðurkorea hevur royndarskotið, skapar ótta og hevur elvt til, at USA og Bretlandi hava kallað ST-trygdarráðið til fundar
ST-trygdarráðið er kallað saman
Mynd: Savnsmynd  
 
20.10.2021 - 07:28

ST-trygdarráðið skipar fyri kreppufundi eftir at Norðurkorea hevur skotið út eitt nýtt slag av rakettum. 

Tað skrivar CBS.

USA og Bretland hava kallað inn til fund, skrivar AFP.

 

Nýtt slag av rakettum

Rakettin, sum ein norðurkoreanskur kavbátur skeyt upp í gjár, skal, sambært Norðurkorea, vera eitt nýtt slag av rakettum. 

Tað skrivaði norðurkoreanska floksblaðið, Rodong Sinmun, í gjárkvøldið.

Nýggja rakettin hevur betri stýri, stendur í tíðindaskrivi. 

 

Fleyg 590 kilometrar

Rakettin skal hava flogið góðar 590 kilometrar, áðrenn hon datt niður í Japanhavið.

Norðurkorea skeyt fyrstu ferð upp eina rakett í 2015 og royndarskeyt aftur í 2018.

USA hevur, sambært NTB, fordømt uppskjótingina, sum er samstundis sum londini royna at fáa lív í aftur kjarnorkutingingarnar, sum ikki hava verið í meira enn tvey ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Sunnudag 19. apríl
Upp á tá - 170426
207261
Sunnudag 19. apríl
Credo: C.S.Lewis 2:3
207207
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227