16 ára fongsul fyri dráp í Íslandi

16 ára fongsul fyri dráp í Íslandi
Trý onnur fólk, sum vóru ákærd í málinum, eru fríkend
Rætturin í Reykjavík hevur dømt ein mann 16 ára fongsul fyri dráp.
Mynd: RÚV, íslendska kringvarpið  
 
21.10.2021 - 14:13

Rætturin í Reykjavík hevur dømt ein mann 16 ára fongsul fyri dráp. Ákæruvaldið kravdi 20 ár.

Angjelin Sterkaj er dømdur fyri at hava dripið Armando Beqirai í Rauðagerði í februar í fjør.

Trý onnur fólk, sum vóru ákærd í málinum, eru fríkend.

Neyvt lagt til rættis

Ákærin sigur, at drápið var neyvt lagt til rættis, men dømdi maðurin segði, at hann hevði framt drápið í sjálvverju. 

Drápið í Rauðagerði er millum størstu drápskanningarmál, sum nakrantíð hava verið í Íslandi, skrivar íslendska kringvarpið. 

Eitt skifti sótu níggju fólk í varðhaldi, og 14 vóru ákærd í málinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342