Aleqa Hammond er aftur í Siumut

Aleqa Hammond er aftur í Siumut
Aleqa Hammond varð fyrst koyrd frá sum forkvinna í landsstýrinum í 2014 og síðan blakað úr Siumut í 2016. Nú er hon komin aftur í flokkin
Aleqa Hammond er komin aftur í flokkin Siumut, haðani hon var koyrd í 2016
Mynd: Savnsmynd  
 
25.10.2021 - 11:37

Aleqa Hammond er komin aftur í flokkin Siumut, haðani hon varð koyrd í 2016.

Formaðurin í Siumut bað sjálvur Alequ Hammond um at koma aftur. Floksleiðslan tók einmælt undir við tí.

Aleqa Hammond noyddist frá sum forkvinna í landsstýrinum í 2014.

 

Brúkt almennar pengar til egna nýtslu

Undan kavi kom, at hon hevði brúkt góðar 100.000 kr. úr landskassanum til egna nýtslu, so sum flogferðaseðlar, gistingarhús og matstovur.

Hon varð koyrd úr Siumut í 2016, tí hon misbrúkti kredittkortið, sum hon fekk frá fólkatinginum.

Aleqa Hammond stovnaði flokkin Nunatta Qitornai, men hann fekk ongan sess á valinum í apríl.

Nú er Aleqa Hammond aftur í Siumut.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815