Regin Hammer farin frá sum stýrisformaður

Regin Hammer farin frá sum stýrisformaður
Anna Maria Joensen er nýggj forkvinna í stýrinum fyri Bústaður, og Regin Hammer verður vanligur stýrislimur.
Regin Hammer er nú vanligur stýrislimur í Bústøðum.
 
26.10.2021 - 08:51

Regin Hammer er farin frá sum formaður í stýrinum fyri Bústaðir, og Anna Maria Joensen, sum hevur verið vanligur stýrislimur, verður nýggj forkvinna.

Tað verður upplýst í einum tíðindaskrivi frá Bústøðum fyri løtu síðani.

Stýrið fyri Bústaðir hevur á fundi einmælt samtykt at skipa stýrið av nýggjum.

Stýrið harmast ófriðin, sum hevur verið í og kring Bústaðir seinastu tíðina.

Stýrið hevur viðgjørt støðuna, og er samt um at leggja ósemjur til viks og at líta frameftir.

Stýrið fer at hugsavna seg um ta týðandi uppgávu, sum Bústaðir hava í føroyska samfelagnum, verður sagt í tíðindaskrivinum.

Stýrið fyri Bústaðir sær nú soleiðis út: Anna Maria Joensen, forkvinna, Emmy Joensen, Una Joensen, Regin Djurhuus Hammer og Tom Silvurdal.

Her er tíðindaskrivið frá bústøðum:

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938