Iran til reiðar at tingast um kjarnorkuavtaluna

Iran til reiðar at tingast um kjarnorkuavtaluna
Avtalan fór fyri bakka, tá USA tók seg burtur úr henni, men nú royna ES og Iran at fáa gongd á samráðingarnar
Eftir at USA tók seg burtur úr avtaluni, hevur Iran lagt størri dent á at ríka uran.
 
28.10.2021 - 08:53

Iran er til reiðar at fara undir aftur samráðingar um kjarnorkuavtaluna, sum varð gjørd í 2015, men sum fór fyri bakka, tí USA tók seg burtur úr avtaluni.

Mett verður, at støðan er torførari nú, enn hon hevur verið, tí tey víðgongdu í Iran vunnu valið fyrr í ár.

Iranski varauttanríkisráðharrin, Ali Bagheri, sigur, at hann hevur tosað við ES um avtaluna.

Við á fundinum í Brússel var eisini ovasti samráðingarleiðarin í ES, Enrique Mora, sum var í Teheran fyrr í mánaðinum.

Ein talsmaður í amerikanska uttanríkisráðnum, Ned Price, sigur, at USA stuðlar átakinum hjá ES.

Eftir at USA tók seg burtur úr avtaluni, hevur Iran lagt størri dent á at ríka uran, samstundis sum fólk hjá eftirlitsmyndugleikunum hava torførari at sleppa til Iran.

Joe Biden, forseti, hevur sagt seg taka undir við at fáa lív í aftur avtaluna, men hann viðgongur samstundis, at tað er lættari sagt enn gjørt, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558