- Tíðindi, mentan og ítróttur
238 stilla upp til kirkjuráðsvalið
238 stilla upp til kirkjuráðsvalið
Val verður í 23 kirkjusóknum í morgin, og 28.053 fólk hava valrætt

Flestu valevnini eru á valevnislistanum til kirkjuráðið fyri Vesturkirkjuna.
01.11.2021 - 14:53
Í morgin er kirkjuráðsval.
23 kirkjusóknir eru í Føroyum, har alment val verður.
Kirkjuráðsval er fjórða hvørt ár. 238 valevni stilla upp hesaferð.
Flestu valevni stilla upp til kirkjuráðið fyri Vesturkirkjuna, har 14 fólk eru á listanum.
36.280 limir eru í fólkakirkjuni, og 28.053 teirra hava valrætt.
Í flestu kirkjusóknum verður valt í kirkjuni. Valstøðini hava opið frá klokkan 10.00 til klokkan 20.00.
Upplýsing um valstøð og valevni er á kirkjan.fo.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV

























