Kirkjuráðsval er í dag

Kirkjuráðsval er í dag
238 valevni ynskja at sleppa inn í tey 23 kirkjuráðini kring landið, nú kirkjuráðsvalið er í dag
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.11.2021 - 07:24

Í dag er kirkjuráðsval.

23 kirkjusóknir eru í Føroyum, har alment val verður. 

Kirkjuráðsval er fjórða hvørt ár. 238 valevni stilla upp hesaferð. 

Flest valevni eru í Vesturkirkjuni, har 14 fólk stilla upp. 

36.280 limir eru í fólkakirkjuni og 28.053 teirra hava valrætt.

Í flestu kirkjusóknum fer atkvøðugreiðslan fram í kirkjuni. Valstøðini hava opið frá klokkan 10.00 til klokkan 20.00.

Upplýsing um valstøð og valevni er at finna á kirkjan.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558