Breddin: Koronustøðan og koronupass

Breddin: Koronustøðan og koronupass
Kjak verður í útvarpsstovuni, um tíðin er búgvin at seta eina skipan við koronupassi í gildi í Føroyum
Tingfólkini, Bjørt Samuelsen og Brandur Sandoy, fara at kjakast um koronupass í Breddanum í dag.
 
03.11.2021 - 09:25

Koronustøðan setir sín dám á dagsins Bredda.

Í hálvtannað ár hava vit stúrt fyri, at smittutilburðirnir skuldu taka dik á seg.

Frá at hava havt millum ongan og heilt fáar tilburðir um dagin, er støðan nú ein heilt onnur.

Landslæknin og fútin hava báðir sagt alment, at teir halda, at ein skipan við koronupassi eigur at vera sett í gildi, men enn hevur hetta ikki vunnið frama í landstýrinum.

Tingfólkini, Bjørt Samuelsen og Brandur Sandoy, kjakast um spurningin, um tíðin er komin at seta eina skipan við koronupassi í gildi í Føroyum, nú smittan breiðir seg so skjótt.

Síðst í sendingini tosa vit um hugburðin til koronu, nú tvær kanningar síðstu dagarnar benda á, at fólk av álvara eru við at møðast av koronustøðuni.

Breddin í útvarpinum klokkan 10.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844