Fær ikki fólkapensjón í Føroyum

Fær ikki fólkapensjón í Føroyum
Kærunevndin hevur staðfest eina avgerð hjá Almannaverkinum
Eitt mál um fólkapensjón varð lagt fyri kærunevndina, og Almannaverkið fekk viðhald í kærunevndini.
 
03.11.2021 - 08:39

Fólk, sum hava búð í Føroyum styttri enn trý ár, kunnu ikki fáa føroyska fólkapensjón.

Kærunevndin í almanna-, familju- og heilsumálum hevur staðfest ein avgerð hjá Almannaverkinum um hetta.

Tann, sum søkti um føroyska fólkapensjón, búði í Føroyum minni enn eitt ár, bara í níggju mánaðir, hóast hann helt uppá, at hann arbeiddi í Føroyum í 15 mánaðir.

Hann sigur, at hann fær pensjón úr øðrum londum, sum hann hevur arbeitt í, so sum Grønlandi, Álandi, Noregi og Finnlandi.

Sambært norðurlendskari avtalu hava fólk rætt til føroyska pensjón, hava tey búð í Føroyum í eitt ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. november
Vitan
216375
Týsdag 17. november
Vitan
216297
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni.
216442

Annað frá KVF