Sjóvinnustýrið: Eingin niðurstøða, hví alibátur sakk

Sjóvinnustýrið: Eingin niðurstøða, hví alibátur sakk
Tveir mans vóru við Krossteini, og báðir vóru bjargaðir
Sjóvinnustýrið hevur kannað, hví alibáturin Krossteinur sakk, men eingin niðurstøða kann gerast.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.11.2021 - 08:32

Eingin niðurstøða kann gerast, men nakrar ábendingar eru, sigur Sjóvinnustýrið um hendingina, tá alibáturin Krossteinur hjá Bakkafrosti sakk eystur úr Porkerisnesi á Hovsfirði um morgunin 8.apríl.

Tveir menn vóru við Krossteini, tá hann sakk. 

Ein annar alibátur, Stórafles, sum var farin undir at sleipa Krosstein á Vág, bjargaði teimum.

Roykur kom úr maskinrúminum á Krossteini. Báðir motorar í Krossteini gingu heitir og blivu sløktir.

Stutt eftir, at sleipingin byrjaði, fekk Krossteinur slagsíðu.

Sjóvinnustýrið nevnir ábendingar um, hví nógvur roykur var í maskinrúminum, tí eldur var eingin.

Eingin ivi er um, at báturin lak.

Kann hava fingið skaða

Ein ábending er um, at Krossteinur fekk skaða, tá hann lá í Hovi í ringum veðri.

Ein onnur ábending er, at kølingin er gingin fyri á báðum motorum umleið samstundis. 

Manningin sigur, at eingin eld- ella roykávaring kom og heldur eingin lensialarmur. 

Sjóvinnustýrið fekk at vita, at alarmurin á útstoytinum var tikin av skipanini í sambandi við eina umbygging.

900 litrar av olju vóru í tangunum, tá Krossteinur sakk.

Krossteinur, sum var tvíkilja, var bygdur í 2013.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286