29 smittutilburðir í gjár

29 smittutilburðir í gjár
Landslæknin er varliga optimistiskur um gongdina.
Lars Fodgaard Møller er landslækni í Føroyum
Mynd: Uni Leitisstein Hansen  
 
07.11.2021 - 18:39

Í gjár vóru 29 nýggir tilburðir við koronusmittu staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Hetta er lægsta smittutalið síðani 20. oktober, tá 26 tilburðir vóru staðfestir.

- Eg eri varliga optimistiskur um gongdina nú. 

Tað sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni, um gongdina.

Ikki bara minkar talið av nýggjum smittaðum, men eisini lutfallið av teimum, sum lata seg kanna og eru sjúk, sonevnda positiv-prosentið fellur, og tað sigur okkum, at vit kanna nóg nógv fólk í løtuni, sigur Lars Fodgaard Møller.

Landslæknin vil ikki gera bandaða samrøðu í dag, men sigur seg vera bilsnan um, hvussu skjótt tað hevur gingið at fáa tølini so mikið langt niður, eftir at tað bert eru fýra dagar síðani, at tað vóru 111 nýggir smittutilburðir á einum degi. 

Eftir tað vóru tað ávíkavist 55, og 48 og í dag 29 tilburðir, so gongdin í løtuni er, at færri vera smittað.

- Tað er føroyingum til rós, at vit halda frástøðu og avlýsa tiltøk fyri at minka um smittuvandan, sigur landslæknin.

Eitt, sum eyðkennir nógv av teimum smittaðu í løtuni, er, at inkubatiónstíðin, tað er tíðin frá, at ein verður smittaður, til man gerst sjúkur, er sera stutt.

- Áður hava tað ofta gingið millum 3-5 dagar, frá tí at fólk eru vorðin útsett fyri smittu, til tey eru vorðin sjúk, men fyri nógv er hetta bert millum 1-3 dagar í løtuni, sigur landslæknin.

Tó fyri nøkur longri - upp til 8-9 dagar.

2343 kanningar vóru gjørdar seinasta samdøgrið. Í løtuni eru 682 smittað, og seks eru innløgd við koronu í Føroyum, harav ein er á intensivari deild, skrivar heimasíðan korona.fo.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762