Átta milliónir krónur afturat til bardagan móti koronu

bannari
Átta milliónir krónur afturat til bardagan móti koronu
Tað er ikki ókeypis hjá myndugleikunum at berjast móti koronusmittuni, tí nú hevur Sjúkrahúsverkið biðið um átta mió. kr. afturat til bardagan
Sjúkrahúsverkið hevur tørv á átta milliónum afturat til at berjast móti koronu
Mynd: Savnsmynd  
 
10.11.2021 - 07:11

Sjúkrahúsverkið hevur boðað Fíggjarnevndini hjá løgtinginum frá, at tað longu nú kann siga, at tað hevur biðið um ov lítið av pengum til at berjast móti koronu í uppskotinum um eykajáttanarlóg, sum Fíggjarnevndin viðger.

Biðið verður um átta milliónir krónur afturat.

Í lógaruppskotinum verður biðið um tvær millónir til koppsetingar.

Nú verður biðið um átta milliónir afturat til kanningar, greiningar, koppsetingar og Koronudeildina.

Ein tillagað meting er, at 4.000 koronukanningar verða gjørdar í Sjúkrahúsverkinum um vikuna, tað sum eftir er av árinum. 

Aldursmarkið fyri koppsetingar er lækkað niður í 12 ár, og nøkur skulu hava triðja prikið.

Og biðið verður um 770.000 kr. afturat til Koronudeildina, sum annars skuldi takast niður fyri 500.000 kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342