Birita komin í flotan

Birita komin í flotan
Smápartafelagið Gráastein í Havn hevur keypt norska skipið Havfisk, sum hevur fingið uppsjóvarkvotu
Havfisk kom á Havnina í nátt. Skipið fær navnið Birita.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10.11.2021 - 12:09

Birita kom á Havnina í nátt.

Birita er norska skipið Havfisk, sum smápartafelagið Gráastein hevur keypt til vinnuligar royndir og verkætlanir.

Felagið hevur fingið kvotur av uppsjóvarfiski.

Birgir Lu:tzen í Gráasteini var sjálvur skipari, tá Birita fór úr Ålesund til Føroya.

Hann letur væl at skipinum. 

Sjaskveður

Tá teir fóru úr Ålesundi, var vindmegin 35 m/sek. Og sjaskveður var allan vegin til Føroya.

Talan er eisini um eitt gott skip, sigur Birgir Lútzen. 

Hóast skipið er bygt í 2000, svarar skipið til eitt sjey-átta gamalt skip, tí norsku uppsjóvarskipini vera so lítið brúkt. 

Birita liggur nú í Havn. Birgir Lu:tzen vónar, at teir kunnu fara til fiskiskap í næstu viku.  

   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. november
Vitan
216375
Týsdag 17. november
Vitan
216297
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni.
216442

Annað frá KVF