Nógv koronusmitta í Danmark

Nógv koronusmitta í Danmark
Ellinta dagin á rað hava fleiri enn 2.000 smittutilburðir verið staðfestir um dagin
3.200 koronutilburðir vóru í Danmark í gjár, og 346 eru løgd inn á sjúkrahús.
Mynd: RitzauScanpix  
 
15.11.2021 - 09:06

3.223 tilburður av koronu vóru staðfestir í Danmark í gjár. 

Samstundis hava ikki so nógv verið innløgd við koronu síðani í februar.

Sjey fólk eru deyð av koronu seinasta samdøgrið, og 346 koronusjúklingar liggja nú á sjúkrahúsi, upplýstu donsku heilsumyndugleikarnir í gjár.

Fyri bara einum mánaði síðani vóru 91 sjúklingar innlagdir.

Hagtølini seinastu dagarnar vísa, at ellinta dagin á rað hava fleiri enn 2.000 nýggir smittutilburðir verið staðfestir í Danmark um dagin .
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. november
Aggrasoppar og RIVA, Nústalgia
217051
Hósdag 26. november
Eitt korter við jazzi 26. november 2026
217044
Hósdag 26. november
Breddin: Nýskipanarnevnd í andróðri
217028
Mikudag 25. november
Skratsj 25. novembur 2026
216994
Mikudag 25. november
90'árini undir lupp (4:4)
216991
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. november
Veðrið
217056
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928
Týsdag 24. november
Veðrið
216915