Leggur helst frá sær sum formaður

Leggur helst frá sær sum formaður
Danski fólkaflokkurin misti 132 sessir á kommunuvalinum í gjár
Nógv bendir á, at dagarnir hjá Kristian Thulesen Dahl sum floksformaður eru taldir.
Mynd: RitzauScanpix  
 
17.11.2021 - 11:25

Formaðurin í Danska fólkaflokkinum, Kristian Thulesen Dahl, væntar ikki at halda fram sum formaður eftir vánaliga úrslitið á kommunuvalinum í gjár.

Danski fólkaflokkurin misti 132 kommunustýrislimir samanborið við kommunuvalið í 2017.

Flokkurin misti eisini allar sínar sessir í 19 av 91 kommunustýrum, har flokkurin hevur havt umboðan,  og undirtøkan minkaði umleið fimm prosent.

Verri enn væntað

Kristian Thulesen Dahl ásannaði í gjárkvøldið, at valúrslitið gjørdist verri enn hann væntaði, og tað leggur upp til sjálvrannsakan.

Formaðurin hevur biðið starvsnevndina um at hava fund fund um valúrslitið, og har skal støða eisini takast til, um kallast skal inn til eykalandsfund við formansvali á skránni.

Fyri løtu síðani segði Kristian Thulesen Dahl við danskar miðlar, at tað var rætt, at hann sum formaður tekur ábyrgdina av vánaliga úrslitið á valinum, og at tað er rætt at hann gevst sum formaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375