- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin gudstænasta sunnudagin

Koronustøðan ger, at heldur ongar gudstænastur vera sunnudagin, boðar fólkakirkjan frá.
- Landsins myndugleikar hava tikið eina nýggja støðu við atliti at Covid-19 og tilmælum. Nýggi almenni leisturin - koronapass ella prógv um negativt úrslit av Covid-19 kanning - er ein avbjóðing fyri hugsanina um frælsa atgongd inn í kirkjuna.
- Tað liggur djúpt í siðvenjuni hjá fólkakirkjuni, at øll uttan undantak kunnu trína inn um kirkjudyr, siga Uni Næs, dómpróstur, og Jógvan Fríðrikson, biskupur, í skrivi til kirkjurnar og á heimasíðuni kirkjan.fo.
Leiðslan fer at brúka komandi vikuna til at umrøða støðuna saman við kirkjuliga landslagnum.
Fólkakirkjan kemur við einum nýggjum tilmæli 26. november, verður sagt.



























