Vestmanna skúli letur nú aftur fyribils

bannari
Vestmanna skúli letur nú aftur fyribils
Koronasmittan er av álvara leys í Vestmanna, og tí hevur Landslæknin givið boð um, at lata skúlan aftur
So nógvir smittutilburðir eru millum børn og ung í Vestmannna, at Landslæknin hevur givið boð um at lata skúlan aftur
Mynd: Savnsmynd  
 
25.11.2021 - 06:52

Tað er eftir boðum frá Landslæknanum, at Vestmanna skúli nú letur aftur fyribils, tí nógvir koronutilburðir eru í bygdini júst nú.

Tað eru serliga børn og ung, sum eru smittað í løtuni.

Skúlin er stongdur frá í dag, 25. november, fram til sunnudagin 5. desember.

Vestmanna skúli boðar frá, at 1. til 4. flokkur fær heimaarbeiði hetta tíðarskeiðið.

5. til 10. fáa undirvísing umvegis Meet.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Mikudag 8. mai
Góðan morgun Føroyar
174807
Mikudag 8. mai
Morgunlestur mikudagur 8. mai 2024
174297
Týsdag 7. mai
Góðan morgun Føroyar
174745
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537