SEV 64 milliónir kr. í avlopi

SEV 64 milliónir kr. í avlopi
El-prísurin verður óbroyttur næsta ár
SEV-prísurin verður óbroyttur næsta ár.
 
26.11.2021 - 14:32

Í ár væntar SEV at hava 64 milliónir kr. í avlopi, og tað skal brúkast til útbyggingar næstu árini.

Tað kom fram á regluliga eykaaðalfundinum hjá SEV í dag.

Eykaaðalfundurin samtykti at geva SEV loyvi til at endurfíggja 1,4 mia. kr. av verandi skuld, og at útvega 800 milliónir kr. í fígging aftrat til útbygginginar.

El-prísurin verður óbroyttur næsta ár.

Stórur eftirspurningur

SEV skrivar, at eftirspurningurin eftir elorku hevur ongantíð verið størri, og samstundis hevur grøna orkuframleiðslan í ár verið undir undir miðal. 

Hetta kemst millum annað av frostbinding í fleiri vikur fyrst í árinum og sera góðum veðri í vár og summar. Eisini hava verið brek á generatorum á fleiri vindmyllum.

Oljuútreiðslurnar seta met, tí oljunýtslan hevur verið størri, og oljuprisurin hevur eisini verið høgur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904
Sunnudag 3. mai
Guðstænasta í Mariukirkjuni
207844
Leygardag 2. mai
Andakt dýra biðidag.
207816
Fríggjadag 1. mai
Kakumiks 2 (7:7)
207781