- Tíðindi, mentan og ítróttur
Shipping.fo: Vit eru bara tænastuveitarar
- Vit reka ikki Enigma XK, eins og vit heldur ikki reka nakað annað skip. Vit eru tænastuveitarar, og í førinum við Enigma XK er bert talan um ISM/HSEQ tænastur, tí Enigma XK hevur ikki verið í sigling í koronatíðina.
Tað skrivar Jónas Sigmarsson, stjóri í Shipping.fo, í skrivligum svari, sum er sent Kringvarpinum.
Á heimasíðuni hevur Shipping.fo fleiri skip, ið verða lýst sum skip, sum tey hava í "management". Skip, sum tey á føroyskum hava leiðslu av, reka, stjórna ella umsita.
Jónas Sigmarsson sigur, at tey hava ongantíð fingið ábendingar um, at skipið er ogn hjá Joseph Kabila, fyrrverandi forseta í Kongo.
Tey hava hinvegin fingið upplýst, at Wan-familjan eigur Enigma XK.
Felagið MW Afritec, sum er skrásett á Marshall-oyggjunum, stendur til at eiga Enigma XK. Tað er felag hjá Wan-familjuni.
- Tænastuveitingar okkara fevna um manningartænastur, ISM/HSEQ tænastur og bókhald. Hetta er okkara høvuðsveiting til allar okkara kundar, sum harvið spara arbeiðsorku og pengar við at útveita slíkt virksemi, sigur Jónas Sigmarsson.
- Hugtakið "manningartænastur" fevnir millum annað um at skaffa manningar, á- og avmynstran og lønarútgjaldingar. ISM/HSEQ tænastur eru altjóða maritim krøv og trygd, og bókhald snýr seg um at bóka og flyta rokningar fyri rakstrarútreiðslur í føroyskum feløgunum eftir boðum frá leiðslunum í feløgunum,at flyta lønir til manningar umvegis føroysku A-skattaskipanina, tá skip eru skrásett í Føroyum, og at bóka inntøkur, sum leiðslan í tí einstaka felagnum biður okkum bóka, skrivar Jónas Sigmarsson.
Shipping.fo upplýsir, at Enigma XK hevur ikki siglt í koronutíðini, og tað eru bara ISM/HSEQ tænastur, sum Shipping.fo hevur veitt Enigma XK seinastu tíðina.
Jónas Sigmarsson vil ikki gera bandaða samrøðu við Kringvarpið um málið.
Tað vil Eiler Jacobsen, sum er nevndarformaður í Shipping.fo og stjóri í Krúnborg, heldur ikki.
Felagið Krúnborg eigur Shipping.fo.