Fóru ikki fram við mýkindum

Fóru ikki fram við mýkindum
Maðurin, sum varð hóttur, var noyddur úr bilinum, boygdur yvir motorhjálmin og sligin fleiri ferðir í høvdið
Sambært ákæruritinum var fyrra frælsistøkan 28.desember í fjør, og tann seinna var 8. januar í ár.
 
01.12.2021 - 09:06

Tað var ikki við mýkindum, tá fýra menn royndu at sannføra ein mann um, at hann skyldaði teimum pengar, fyrst 100.000 kr. og síðani 300.000 kr.

Sambært ákæruritinum var fyrra frælsistøkan 28.desember í fjør.

Tá var maðurin við hóttanum noyddur í ein bil. 

Á Villingardalsvegnum í Havn var hann noyddur úr bilinum, boygdur yvir motorhjálmin og sligin fleiri ferðir í høvdið, og hóttur við, at dóttur hansara bleiv dripin, og hann og familja hansara blivu sorlað.

Seinna frælsistøkan var 8.januar við Sjósavnið á Argjum.

Sekk niður um høvdið

Tá var maðurin drigin úr einum bili, hann fekk ein sekk yvir høvdið og var settur í ein annan bil. 

Har var hann bundin, sligin fleiri ferðir við neva í tinningin, og hann fekk ein harðan, kaldan lut settan á barkan, hetta var helst ein knívur, stendur í ákæruritinum.

Skuldin var tá vorðin 300.000 kr. 

Hann fekk boð um, at hann skuldi útvega so nógvar pengar sum gjørligt fyri klokkan 14.00 dagin eftir.

Dagin eftir rindaði maðurin 57.000 kr. Tað var klokkan 17.30.

Tveir av teimum fýra ákærdu eru í varðhaldi, annar í Vestre fængsel og hin í Mjørkadali, og ein situr ein dóm í Mjørkadali.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585