Betri-samtakið: Tveir eftirlitsmyndugleikar kunnu vera ein váði

Betri-samtakið: Tveir eftirlitsmyndugleikar kunnu vera ein váði
Eftirlitið við Betri trygging er í Føroyum, men danska Fíggjareftirlitið og Fíggjarligt støðufesti hava eftirlit við Betri banka og móðurfelagnum
Tað kann vera ein váði, at tveir myndugleikar hava eftirlit við Betri-samtakinum, sigur Váðaráðið.
 
09.12.2021 - 08:58

Tað kann vera ein váði, at tveir myndugleikar, annar danskur og hin føroyskur, hava eftirlit við Betri samtakinum, sigur Føroya váðaráð.

Tað kann vera ein váði, tí tað kann ávirka fíggjarliga støðufestið í Føroyum, sigur Váðaráðið.  

Í Betri-samtakinum eru eitt móðurfelag og trý dótturfeløg. 

SIFI-banki

Dótturfelagið Betri banki er ein SIFI-banki, men dótturfelagið Betri trygging er eitt systemiskt týdningarmikið skaðatryggingarfelag í Føroyum.

Trygging er yvirtikin, men virksemið hjá peningastovnunum er framvegis danskt málsøki. 

Eftirlitið við tryggingarpartinum, tað er við Betri pensjón og Betri trygging, er í Føroyum.

Eftirlitið við Betri Banka og móðurfelagnum, partafelagnum Betri, er hjá danska Fíggjareftirlitinum og Fíggjarligum støðufesti.

Kann ávirka fíggjarliga støðufestið

Skuldi Betri banki komið í fíggjarliga trongstøðu, er møguligt, at Fíggjareftirlitið og Fíggjarligt støðufesti ikki fara at hava nóg stórt fyrilit fyri systemiska týdninginum, sum Betri trygging hevur, tí Fíggjareftirlitið og Fíggjarligt støðufesti fyrst og fremst hava sum endamál at bjarga bankanum. 

Og teimum nýtist ikki at spyrja Tryggingareftirlitið í Føroyum. 

Hetta kann hava ávirkan á fíggjarliga støðufestið í Føroyum, sigur Váðaráðið.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891