ES hóttir Russland við revsitiltøkum

ES hóttir Russland við revsitiltøkum
Hildið verður, at umleið 100.000 russiskir hermenn eru við ukrainska markið í løtuni
Ukrainskur hermaður við markið millum Ukraina og Russland. ES hevur hótt Russland við tiltøkum, um russar leypa á Ukraina.
Mynd: RitzauScanpix  
 
14.12.2021 - 10:14

Londini í ES eru til reiðar at seta revsitiltøk í verk, um Russland fer at keypa á Ukraina. 

Tað hevur vakt stóran ans og ørkymlan, at russiska stjórnin hevur sent túsundatals hermenn til markið millum Ukraina og Russland.  

Í gjár hittust allir uttanríkisráðharrarnir í ES á fundi í Brússel, har kjakast var um kreppuna, sum er við markið millum Russland og Ukraina. 

ES-londini leggja dent á, at tað fær álvarsligar politiskar og fíggjarligar avleiðingar fyri Vladimir Putin, forseta, og stjórnina í Kreml, um tey leypa á Ukraina. 

Vesturlendskar fregnartænastur halda, sambært BBC, at í løtuni eru umleið 100.000 russiskir hermenn við markið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. mars
Morgunlestur leygardagur 21.mars 2026
205769
Fríggjadag 20. mars
Vikuskiftið 20 mars 2026
205970
Fríggjadag 20. mars
LEITISSTEIN 20.03.2026
205964
Fríggjadag 20. mars
Fyrsta val 20. marts 2026
205948
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949
Fríggjadag 20. mars
Andgletturin - Sjálvstýri
205951
Fríggjadag 20. mars
Dagur & vika - teknmálstulkað
205918