Eingin samgongufundur fyrr enn eftir jól

Eingin samgongufundur fyrr enn eftir jól
Samgongan tosar saman, men nakar ítøkiligur fundur um samstarvið í framtíðini, verður neyvan fyrr enn eftir jól, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður
Samgongan ætlar at gera eina roynd at finna stevið aftur eftir jól
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.12.2021 - 17:02

Samgonguflokkarnir eru samdir um at gera eina roynd at finna stevið aftur, men tað verður ikki fyrr enn eftir jól. 

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, eftir at bæði Fólkaflokkurin og Miðflokkurin vilja hava løgmann at umrøða støðuna.

Løgmaður sigur, at tað er best, at tað sum hendi í gjár, sodnar í nakrar dagar.

 

Royna at finna stevið

Vágaportalurin skrivar, at allir tríggir flokkarnir eru samdir um at gera eina roynd at finna stevið aftur.

Samgongan er kortini virkin, og í morgin verður landsstýrisfundur, har ymisk mál vera umrødd. Talan er í størstan mun um kunngerðir sum skulu lýsast fyri nýggjár.

Givið er, at politiska støðan eisini verður umrødd, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt við Hjalgrim Fonsdal Højgaard
215339