Ríkið undantikið koronukanningum

Ríkið undantikið koronukanningum
Fólk, sum búgva í Føroyum ella Grønlandi, og koma haðani, skulu ikki vísa eina koronukanning, tá tey koma til Danmarkar
Í Kastrup floghavnini.
 
25.12.2021 - 11:14

Fólk, sum búgva í Føroyum ella Grønlandi, og koma haðani, skulu ikki vísa eina koronukanning, tá tey koma til Danmarkar.

Reglurnar um koronukanningar í Danmark koma í gildi mánadagin og vara fyribils til 17.januar 2022.

Men tær eru ikki galdandi fyri fólk, sum koma úr Føroyum, heldur ikki fyri tey, sum búgva í Danmark.

Ríkisfelagsskapurin er undantikin í nýggju donsku reglunum um koronukanningar.

Reglan er annars, at fólk skulu hava eina PCR-kanning, sum ikki er eldri enn 72 timer, ella eina snarkanning, sum ikki er eldri enn 48 tímar, tá tey koma til Danmarkar.

Hetta er eisini galdandi fyri fólk, sum eru koppsett.

Tey, sum ikki halda kravið um koronukanning, kunnu fáa 3.500 kr. í sekt.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328