Semja við ES um nýggjar sáttmálar

Semja við ES um nýggjar sáttmálar
Føroyar og ES hava gjørt avtalu, sum tryggjar, at føroyski atlimaskapurin í granskingar- og menningarsamstarvinum hjá ES heldur fram
Føroyar og ES hava gjørt nýggjar avtalur.
 
25.12.2021 - 13:11

Føroyar og ES-nevndin eru komin á mál við samráðingunum um eina rammuavtalu, sum gevur Føroyum møguleika at gerast partur av øllum samstarvsskráum hjá ES, sum loyva atlimaskap fyri lond, sum ikki eru í ES. 

Føroyar og ES hava gjørt avtalu, sum tryggjar, at føroyski atlimaskapurin í granskingar- og menningarsamstarvinum hjá ES heldur fram. 

Hon fór annars úr gildi fyri einum ári síðani.

Tí skal nýggjur sáttmáli gerast við ES um føroyskan atlimaskap í Horizon Europe komandi sjey árini.

Í løgtingið

Ætlanin er nú at leggja uppskot til samtyktar fyri løgtingið um at góðkenna sáttmálan.

Fíggjarligu treytirnar í nýggju avtaluni eru tillagaðar, so størri javnvág verður millum gjald og úrtøku. 

Í nýggja Horizon Europe sáttmálanum verður gjaldsfrymilin fyri Føroyar broyttur, so gjaldið verður javnað eftir ítøkiligu úrtøkuni.

Føroyar hava verið við í Horizon Europe síðani 2010.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847