Formaðurin í ES-tinginum deyður

Formaðurin í ES-tinginum deyður
Italski David Sassoli varð innlagdur á sjúkrahús í Italia 26. desember, tí hann hevði álvarsligar trupulleikar við immunverjuni
David Sassoli bleiv einans 65 ára gamal
Mynd: Scanpix  
 
11.01.2022 - 07:29

Formaðurin í ES-tinginum, David Sassoli, er deyður, 65 ára gamal.

Italski David Sassoli varð innlagdur á sjúkrahús í Italia 26. desember, tí hann hevði álvarsligar trupulleikar við immunverjuni.

Sassoli var eisini innlagdur í fleiri vikur í september við lungnabruna, og í oktober varð hann aftur sjúkrameldaður.

David Sassoli bleiv formaður í ES-tinginum í juli 2019.

Formansskeiðið hjá honum skuldi enda í næstu viku, og tað varð ikki væntað, at hann fór at stilla upp til eitt skeið afturat.

Nýggjur formaður verður valdur í næstu viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053