Kim Engstrøm skal venja HB næstu trý árini

Kim Engstrøm skal venja HB næstu trý árini
HB hevur nú almannakunngjørt, at tað verður danin Kim Engstrøm, ið verður nýggjur høvuðsvenjarin hjá besta mansliðnum hjá felagnum
HB hevur skrivað undir eina trý ára sáttmála við danan Kim Engstrøm
Mynd: HB  
 
12.01.2022 - 01:04

So er tað greitt, at tað verður nú fyrrverandi U19-venjarin hjá danska felagnum OB, Kim Engstrøm, sum skal venja HB næstu trý árini. 

Kim Engstrøm er 42 ára gamal og hevur UEFA Pro Licence-venjaraútbúgvingina, sum er hægsta fótbóltsútbúgving, ið tú kanst nema tær.

Síðani 2016 hevur Kim Engstrøm verið venjari hjá U19-liðnum hjá OB, sum hann vann danska meistaraheitið við í 2020.

"Eg síggi hetta sum eitt stórt stig fyri meg í míni venjarayrkisleið. Eg gleði meg at sleppa í gongd. Hetta er ein stórur og spennandi møguleiki fyri meg. Eg komi til avgjørt størsta og søguríkasta felagið í Føroyum, sum hvørt ár spælir um meistaraheitið. Hartil er talan um eitt felag, sum javnan spælir í Evropa. Í summar skulu vit spæla í UEFA Conference League," sigur Kim Engstrøm við heimasíðuna hjá OB.

.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846