Semingsuppskot kemur seinnapartin

Semingsuppskot kemur seinnapartin
Partarnir fáa til í morgin at taka støðu til semingsuppskotið
Semingsmenninir ætla at leggja semingsuppskot fyri partarnar seinnapartin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.01.2022 - 10:53

Semingsroyndin í sáttmálatrætuni millum Starvsfelagið, Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og Kommunala arbeiðsgevarafelagið er nú komin so langt, at semingsuppskot verður lagt fyri partarnar seinnapartin. 

Tað upplýsir Terje Sigurðsson, semingsmaður, fyri Kringvarpinum.

Eftir ætlan fáa partarnir tíð til í morgin at taka støðu til semingsuppskotið.

Sáttmálarnir hjá Starvsfelagnum fóru úr gildi 1. oktober í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Nýtt ljóð
214119
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026