Ísland herðir koronutiltøkini

Ísland herðir koronutiltøkini
Heilsuverkið er undir stórum trýsti, og bara 10 fólk kunnu savnast
Korona leggur stórt trýst á íslendska heilsuverkið í løtuni.
Mynd: Landspitalinn, RÚV  
 
17.01.2022 - 11:45

Íslendska stjórnin herðir koronuavmarkingarnar, tí landið er hart rakt av fjórðu bylgju av koronu í løtuni. Avmarkingarnar eru fyribils galdandi til 2. februar.

Millum annað sleppa bara 10 fólk at savnast. Skeinkistøð og náttarlívið verða stongd, men tey, sum selja mat, sleppa at hava opið undir ávísum treytum.

Fyribils raka koronuavmarkingarnar ikki skúlar og frítíðartilboð ella ferðandi til og frá Íslandi. 

Sjúkrahúsið í kreppu

Tað er serliga íslendska heilsuverkið, ið er undir stórum trýsti. Sjúkrahúsið í Reykjavík, Landspítalinn, hevur fingið fleiri starvsfólk til arbeiðis av Akureyri, frá tilbúgvingini og smærri viðtalum kring landið.

- Sjúkrahúsið er í kreppu. Fleiri starvsfólk og fleiri sengur eru á veg, sigur heilsumálaráðharrin, Willum Þór Þórsson, við RUV. 

Stjórin á sjúkrahúsinum í Reykjavík sigur, at ein stórur partur av heilsustarvsfólkunum eru heima sjúk, og teimum tørvar 200 sjúkrarøktarfrøðingar afturat, fyri at tamarhald aftur skal vera á støðuni. 

Margháttlig støða

Sambært forsætismálaráðharranum, Katríni Jakobsdóttir, er støðan margháttlig. Omikron-frábrigdið smittar sera illa, men hóast fólk gerast minni sjúk, eru heilsuverkið og starvsfólkini har hart rakt av koronu.

Stjórnin fyrireikar nú fíggjarligan stuðul til tey, ið missa inntøku av nýggjastu koronuavmarkingunum.

9.671 fólk eru smittað við koronu í Íslandi. Av teimum liggja átta á intensivari deild.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040