Roberta Metsola nýggj forkvinna í ES-tinginum

Roberta Metsola nýggj forkvinna í ES-tinginum
Hon tekur við eftir David Sassoli, sum doyði í farnu viku
Roberta Metsola, sum verður nýggj forkvinna í ES-tinginum.
Mynd: RitzauScanpix  
 
18.01.2022 - 13:26

Roberta Metsola av Malta var í gjár vald til forkvinnu í ES-tinginum. Tað var sama dag, sum hon fylti 43 ár. Og hon verður forkvinna í ES tinginum í hálvt triðja ár.

Hon er fyrrverandi løgfrøðingur og tekur við eftir italienaran, David Sassoli, sum doyði í farnu viku. Tað var avgjørt, at Sassoli skuldi leggja frá sær seinast í januar.

Roberta Metsola er partur av konservativa bólkinum í ES-tinginum, sum er størsti bólkurin.

Hon hevur sitið í ES-tinginum síðani í 2013, og hevur verið næstforkvinna seinastu árini.

Hevur gott orð á sær

Eygleiðarar halda einki løgið vera í, at hon verður vald til forkvinnu, tí hon hevur gott orð á sær sum politikari í ES.

Men hon hevur eisini síni sjónarmmið, sum hon ikki fæst at víkja frá.

Metsola er ímóti fríari fosturtøku, og tað hevur ofta elvt til hvast orðaskifti í tinginum.

Serliga frá teimum á vinstraveinginum, sum vilja hava fría fosturtøku í ES, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. mars
Vikuskiftið 20 mars 2026
205970
Fríggjadag 20. mars
LEITISSTEIN 20.03.2026
205964
Fríggjadag 20. mars
Fyrsta val 20. marts 2026
205948
Fríggjadag 20. mars
Andgletturin
205939
Fríggjadag 20. mars
Beinleiðis úr Studio 5 - Blues Perlan
205936
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949
Fríggjadag 20. mars
Andgletturin - Sjálvstýri
205951
Fríggjadag 20. mars
Dagur & vika - teknmálstulkað
205918