Samráðast um kvinnudystir millum H71 og Galychank

Samráðast um kvinnudystir millum H71 og Galychank
Ukrainska liðið krevur, at í minsta lagi annar dysturin verður spældur í Ukraina
Ongantíð fyrr hevur eitt føroyskt hondbóltsfelag vunnið seg víðari millum seinastu átta liðini í evropeiskari kapping.
 
21.01.2022 - 15:29

H71 er í samráðingum við ukrainska kvinnuliðið Galychank, hvar dystirnir millum H71-kvinnurnar og ukrainska liðið skulu spælast.

H71 hevur sett ynski fram um at spæla báðar dystirnar í Føroyum, men ukrainska liðið vil hava minst annan dystin í býnum Lviv í har vesturi í Ukraina.

Tað sigur Anna Dam, forkvinna í H71.

Støða takast 25. januar

Tað dregur út við at finna semju, tí týsdagin 25. januar skal støða verða tikin til, hvar dystirnir verða spældir. Og sum nú er, er mest líkt til, at annar dysturin verður spældur í Ukraina og hin í Føroyum, sigur hon.

Talan er um fjórðingsfinalu. Fyrri dysturin skal spælast 12. ella 13. februar og seinni dysturin vikuskiftið eftir, 18. ella 19. februar.

H71 hevur spurt seg fyri hjá Europeiska Hondbóltssambandinum um støðuna í Ukraina, tí hon tykist at vera ótrygg.

Eingin vandi

Boðini eru, at býurin Lviv liggur í vestara parti av Ukraina, og tískil langt frá eystara partinum, har størst ósemja er. Tí heldur EHF ikki, at nakar vandi er á ferð, sigur Anna Dam.

Talan er um eitt søguligt avrik hjá hoyvíkingskvinnum. Ongantíð fyrr hevur eitt føroyskt hondbóltsfelag vunnið seg víðari millum seinastu átta liðini í evropeiskari kapping.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659