- Tíðindi, mentan og ítróttur
Taliban á veg til Noreg
Tað boðar talsfólkið fyri Taliban frá á Twitter. Abdul Qahar Balkhi skrivar á Twitter, at Taliban skal hava samtalur við fleiri umboð fyri Noreg og við afganarar í Noregi. Samtalurnar skulu snúgva seg um neyðhjálp, og um politik, útbúgving og búskaparligar spurningar, skrivar hann.
Privata finska flogfelagið, Jetlife, sum flýgur sendinevndina til Noreg, sigur við Verdens Gang, at tey hava onga viðmerking.
Taliban er ikki viðurkent
Eingi lond hava higartil viðurkent Taliban-stýrið í Afganistan, sum gjørdist víðagitið fyri grovu brotini á mannarættindi, tá teir seinast høvdu valdið í Afganistan.
Samtalurnar um mannarættindi og neyðhjálp millum Taliban og umboð fyri vesturheiminum, - eitt nú USA, ES, Bretland, Frakland, Týskland og Italia, byrja í Oslo í morgin.
Fundirnir merkja ikki, at stýrið í Kabul er viðurkent, sigur norski uttanríkisráðharrin, Anniken Huitfeldt, men vit mugu tosa við teir myndugleikar, sum eru í landinum. Vit kunnu ikki lata politisku støðuna í landinum elva til uppaftur størri humanitera vanlukku, sigur hon.
23 milliónir afganar nærkast hungursmarkinum, og sambært ST er neyðugt við fimm milliónum dollarum í altjóða hjálp til hugursrakta økið.