Kringvarp Føroya sýnir TROM

Um KVF›Tíðindi
Kringvarp Føroya sýnir TROM
Føroyingar fáa høvi til at síggja spennandi krimirøðina TROM í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum 17. februar. Allir seks partarnir verða eisini lagdir á heimasíðuna kvf.fo
 
25-01-2022

Nú byrjar av álvara at nærkast, til føroyska krimirøðin TROM, sum er fyrsta sjónvarpsrøðin, ið er upptikin í Føroyum, verður frumsýnd. 

TROM, sum Tórfinnur Jákupsson hevur skrivað, byggir á krimibøkurnar hjá Jógvani Isaksen.

TROM verður tøk á Viaplay 13. februar, og fyrsti partur av røðini verður vístur í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum hóskvøldið 17. februar og komandi fimm hóskvøldini. Allir seks partar verða somuleiðis tøkir á www.kvf.fo tann 17. februar fyri øll, sum eru stødd í Føroyum. 

Kringvarpið hevur stuðlað røðini fíggjarliga og hevur eisini latið útgerð, starvsfólk og høli til framleiðsluna.

“Hetta síggja vit sum ein týdningarmiklan part av at stuðla føroyska filmsumhvørvinum, og samstundis er tað umráðandi, at Kringvarpið, sum tann føroyski public service-miðilin, sleppur at vísa føroyingum røðina”, sigur Barbara Samuelsen, programmleiðari í Kringvarpinum.

“Hetta hevur verið ein longri verkætlan og ein umfatandi framleiðsla, sum vit hava verið sera spent uppá. Jón Hammer, sum eigur fyritøkuna Kykmyndir, sum stendur aftan fyri framleiðsluna, kom til okkara í 2018 og spurdi, um vit skuldu innleiða eitt samstarv, og hetta vildu vit uttan iva vera partur av”, leggur hon afturat.

Ulrich Thomsen høvuðsleikari

TROM snýr seg um Hannis Martinsson, sum kemur aftur til Føroya, tí ein kvinna, ið sigur seg vera dóttir hansara, heldur seg vera í lívsvanda. Skjótt fær hann frænir av, at álvarsom brotsverk verða framd. 

TROM er í seks pørtum, sum allir eru upptiknir í Føroyum.

Ulrich Thomsen hevur høvuðsleiklutin sum Hannis Martinsson, meðan Maria Rich og Olaf Johannessen manna hinar stóru leiklutirnar. 

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083

Um kvf css