Svimjihøllin í Runavík varð samtykt

Svimjihøllin í Runavík varð samtykt
Býráðið í Runavík tekur undir við sáttmálanum, sum borgarstjórin og stjórin í Kanjon undirskrivaðu herfyri. Níggju atkvøddu fyri, ein atkvøða var blonk og ein atkvøddi ímóti
Svimjihøllin, sum Runavíkar kommuna ætlar at byggja, verður partur av ítróttardeplinum Bylgjan, sum longu inniheldur fimleika- og ítróttarhøll
 
27.01.2022 - 22:16

Atfinningarnar, sum hava heglað niður yvir ætlanina hjá Runavíkar kommunu at byggja eina svimjihøll, fingu í kvøld ikki sjálvt býráðið at rista á hondini. 

Runavíkar býráð tók, við stórum meiriluta, undir við sáttmálanum, sum Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, og Kjartan Hansen, stjóri í Kanjon, herfyri undirskrivaður um bygging av svimjihøll í Runavík. 

Talan var um eina partalagsavtalu um nýggja svimjihøll í Runavík, og skrivað var undir við tí treytaleysa fyrivarni, at undirtøka var fyri avtaluni á fyrstkomandi býráðsfundi. Tók býráðið hinvegin ikki undir við avtaluni, var hon vrakað.

Runavíkar býráð hevur í kvøld talað, tí patalagsavtalan var samtykt við níggju atkvøðum fyri, ein var blonk, og ein atkvøða var ímóti. 

 

Broytingaruppskot fall

Á býráðsfundinum í kvøld var drúgt orðaskifti um málið, og undir viðgerðini var broytingaruppskot lagt fram um at beina málið í nevndirnar aftur.

Tað uppskotið fekk tvær atkvøður fyri og níggju ímóti.

Partalagsavtalan millum Kajon og Runavíkar kommunu um svimjihøll verður lýst soleiðis á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu:

"Avtalan var skipað í tveimum stigum – Skeið 1 og Skeið 2. Harvið skal hon hava tvær politiskar viðgerðir. Viðgerðin um fyrra partin av avtaluni var fyri sum mál á almenna býráðsfundinum í kvøld. Skeið 1 snýr seg í stuttum um, at farið verður undir eina felags tillaging og albøting av verkætlanargrundarlagnum, sum kann verða undirstøða undir einum høvuðsarbeiðstakarasáttmála. Partarnir skulu vera komnir á mál við hesum partinum í seinasta lagi hin 15. apríl 2022. Kostnaðurin í handverkaraútreiðslum verður sambært avtaluni góðar 92 milliónir krónur og samlaði kostnaðurin 110 milliónir krónur. Partarnir vóru samdir um at fara í gongd við arbeiðið so skjótt sum politisk undirtøka og heimild var fyri at fara undir Skeið 1 í avtaluni."

 

Svimjihøll fyri 110 mió. kr. 

Nú tykist skjøtul veruliga vera settur á, at fáa bygt eina svimjihøll í Runavík, sum hevur verið ein ætlan í hálvhundrað ár. 

Svimjihøllin verður partur av Bylgjuni, sum liggur í ítróttarøkinum við Løkni, sum eisini er eitt hanagleiv frá skúlanum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Morgunlestur leygardagur 26.apríl 2025
190972
Fríggjadag 25. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 25.apríl 2025
190971
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk 24.apríl 2025
188618
Hósdag 24. apríl
RagnarRokk: Yngwie Malmsteen um Tokyo Live
188617
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948