Føroyingar fara til arbeiðis í tannárunum

Føroyingar fara til arbeiðis í tannárunum
Sambært frágreiðingini hjá Hagstovuni um vinnutíttleikan í Føroyum er vinnutíttleikin hjá teimum 15-19 ára gomlu bæði hjá mannfólki og konufólki um 70 prosent
Ung í arbeiði.
 
30.01.2022 - 13:39

Føroyingar byrja at arbeiða longu í tannárunum.

Sambært frágreiðingini hjá Hagstovuni um vinnutíttleikan í Føroyum er vinnutíttleikin hjá teimum 15-19 ára gomlu bæði hjá mannfólki og konufólki um 70 prosent. 

Í Íslandi er vinnutíttleikin hjá hesum aldursbólkinum 60 prosent, í Danmark er hann knappliga 50 prosent og 20 prosent í ES.

Føroyska arbeiðsfjøldin, bæði menn og kvinnur, er tann virknasta í Evropa, sigur Hagstovan.

Av teimum 38.200 fólkunum í Føroyum í aldrinum 15 til 74 ár, eru 32.000, sum eru vinnuliga virkin. Tað eru 84 prosent, 85 prosent hjá monnum og 82 hjá kvinnum.

Størsti vinnutíttleikin er í Norðstreymoy og Suðurstreymoy, 85 prosent. Eitt vet aftanfyri er Eysturoyggin við góðum 84 prosentum, í Norðoyggjum og Vágum er vinnutíttleikin knappliga 83 prosent, 79 prosent í Suðuroynni og 76 prosent í Sandoyarøkinum.

Minsti munurin millum kynini er í Suðurstreymi, tvey prosentstig. Aðrastaðni er hann fýra prosentstig.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558