Kapping um at skriva ritroynd

Kapping um at skriva ritroynd
Aftur í ár verður skipað fyri stórari skrivikapping í sambandi við mentanarvikuna í Runavíkar kommunu
Bókasavnið við Løkin.
 
30.01.2022 - 15:36

Aftur í ár verður skipað fyri stórari skrivikapping í sambandi við mentanarvikuna í Runavíkar kommunu, sum er frá 24.apríl til 1.mai.

Í ár er kappingin at skriva eitt essay.

Evnið í essaykappingini er púra frítt, og latin verða fyrsta og onnur virðisløn, umframt møgulig serstøk virðisløn til ungt fólk, sum vísir serliga góðar gávur. 

Tey, sum vinna, fáa ávíkavist 8.000 kr. og 6.000 kr.

Fyri at vera við í kappingini, sum er fyri øll, ikki bara fyri fólk í Runavíkar kommunu, skulu fólk skriva eitt essay, sum er í mesta lagi tríggjar A4 síður, 1.200 orð.

Fyrireiking

Fyri at kveikja áhuga og leggja lag á verða tvey tiltøk fyriskipað.

Leygardagin 5.februar kl.15.00 verður kveikingardagur á Bókasavninum við Løkin,

Og vikuskiftið 12. og 13.februar verða tvey smá skriviskeið. 

Oddfríður Marni Rasmussen og Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð skipa fyri. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425