Mæla til at endurskoða samsýningina fyri ansing

Mæla til at endurskoða samsýningina fyri ansing
Øll samstarvsøki veita ansingarsamsýning, og víst verður á, at tørvur er á at hækka samsýningina, sigur landsstýrismaðurin í almannamálum
Sólvit Nolsøe, landsstýrismaður í almannamálum, sigur, at hann fer at viðgera spurningin um ansingarsamsýning saman við kommununum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
31.01.2022 - 14:52

Arbeiðsbólkurin, sum hevur eftirmett lógina um heimatænastu og eldrarøkt, mælir til, at skipanin við ansingarsamsýning verður endurskoðað. Og landsstýrismaðurin fer í næstum at umrøða ansingarsamsýningina saman við kommununum, bæði hvat viðvíkur upphæddunum og treytunum fyri at gerast ansari.

Tað upplýsir Sólvit Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum, í svari til Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu, sum hevur spurt, um ætlanin er at hækka viðbóta fyri at ansa eldri og óhjálpnum fólki.

Eftirmetingin var liðug fyri jól.

Samsýningin eigur at verða hækkað

Kommunurnar eru ikki álagdar at játta ansingarsamsýning til fólk, sum átaka sær at ansa fólkapensjónisti, men hetta er ein veiting, sum kommunurnar kunnu veita.

Øll samstarvsøki veita ansingarsamsýning, men tað eru ikki nógvar umsóknir, og víst verður á, at tørvur er á at hækka samsýningina.

Sólvit Nolsø sigur, at enn er ov tíðliga at siga, hvussu nógv ansingarsamsýningin fer at hækka, og nær. Hetta verður gjørt í samráð við kommunurnar, sigur hann.  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234