Ukraina: Diplomatiskt trýst forðar fyri innrás

Ukraina: Diplomatiskt trýst forðar fyri innrás
Diplomatisku royndirnar halda fram, til tess at linka spentu støðuna, sigur ukrainski uttanríkisráðharrin
Fleiri enn 100.000 russiskir hermenn og stríðsútgerð eru á markinum millum Russland og Ukraina
Mynd: AP  
 
09.02.2022 - 14:48

- Diplomatiskt trýst úr Evropa hevur higartil forðað fyri einari russiskari innrás í Ukraina.

Tað ukrainski uttanríkisráðharrin, Dmytro Kuleba.

Hann sigur, at hóast støðan er spent, er tamarhald á henni, og at diplomatisku royndirnar halda fram, til tess at linka pentu støðuna.

Uttanríkisráðharrin sigur haraftrat sambært NTB, at aftursvarið frá evropeisku londunum til støðuna á markinum millum Ukraina og Russland verður avgerandi fyri trygdina í evropeisku londunum í framtíðini.

Orðini hjá ukrainska uttanríkisráðharranum koma í kjalarvørrinum av, at franski forsetin, Emmanuel Macron, fyrr í vikuni var í Moskva, har hann hitti russiska forsetan, Vladimir Putin, um støðuna millum Ukraina og Russland. Eftir hetta fór Macron víðari til Ukraina, har hann hitti forsetan har, Vlodomyr Zelenskyj.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375