- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gekkurin fyllir 25 ár
1.260 ferðir hava spentir føroyingar snarað gekkahjólinum, síðan hann sá dagsins ljós í sjónvarpinum fyri 25 árum síðan, tann 21. februar í 1997.
Mong gleðisróp eru komin umvegis sjónvarpsskíggjan, tá stórar upphæddir – eisini milliónaupphæddir – eru snaraðar heim.
Undirtøkan fyri Gekkinum var ómetaliga stór longu frá fyrsta degi.
Fyrstu mongu mánaðirnar táttaði sølan í 25.000 seðlar um vikuna.
Fyrstu tvey árini var vinnarin frá seinasta fríggjakvøldinum inni í sjónvarpsstovuni og snaraði hjólinum.
Seinni gjørdist møguligt at ringja inn í sjónvarpsstovuna og snara hjólinum við at trýsta á knøttarnar á telefonini.
Gekkurin hevur koyrt meira ella minni á sama hátt síðan tá.
Gekkurin í nýggjum hami
Fríggjakvøldið 25. februar fer Kringvarpið at hátíðarhalda 25 ára føðingardagin hjá Gekkinum.
Hetta verður gjørt við einum rimmar gekkakvøldi, har nýggir vinningar eru í fokus.
Gekkaseðilin kostar nú 40 krónur, og Kringvarpið kann av somu orsøk hækka vinningarnar munandi.
Upphæddirnar á hjólinum hækka, so tað nú ber til at vinna millum 20.000 og 50.000 krónur á hjólinum.
Volvo-bilur í annanleypin
Og ikki nóg mikið við tí. Ein Volvo-bilur fer í annan leypin og ein luksus-cruise til Bahamas við 50.000 krónum í lummapeningi í hin leypin. Stóra gekkaupphæddin er í triðja leypinum.
Raðspælið verður eisini meira spennandi, tí ein krússapottur við virði á 50.000 krónur fjalir seg aftan fyri eina av lúkunum.
Føðingardagurin hjá Gekkinum verður fríggjakvøldið beint eftir Dag og Viku. Øll eru vælkomin at spæla við um stóru vinningarnar.