Eisini fríkendur í landsrættinum

Eisini fríkendur í landsrættinum
Fimm nevningar og teir tríggir dómararnir søgdu, at maðurin var ósekur í ákæruni
Nevningar lurta eftir dómsviðgerðini í landsrættinum.
Mynd: Tekning: Janus Guttesen  
 
22.02.2022 - 12:42

Eitt nevningating í Eystara landsrætti hevur fríkent ein 26 ára gamlan mann, sum var ákærdur fyri at hava dripið eina unga kvinnu í Hvannasundi í 2012.

Nevningatingið skuldi taka støðu til, um maðurin var sekur ella ósekur í ákæruni. Fimm nevningar og teir tríggir dómararnir søgdu, at maðurin var ósekur. Fýra nevningar søgdu, at maðurin var sekur.

26 ára gamli maðurin var eisini fríkendur í nevningatingi í Føroya rætti 7. juli í fjør, men ákæruvaldið skeyt dómin inn fyri Eystara landsrætt.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum seinni í dag. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 30. apríl
Sharenting
207472
Hósdag 30. apríl
Sært tú fuglin? III 3:4
207786
Mikudag 29. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207708
Týsdag 28. apríl
Veðrið
207687