Lavrov fúsur at hitta Blinken

Lavrov fúsur at hitta Blinken
Ætlanin var, at báðir uttanríkisráðharrarnir skuldu hava fund hósdagin, men stuttt eftir viðurkendi Putin, forseti, tveir ukrainskar landspartar at vera sjálvstøðugar
Sergej Lavrov er russiskur uttanríkisráðharri.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
22.02.2022 - 08:38

Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, er framvegis fúsur at hitta amerikanska uttanríkisráðharran, Antony Blinken, sum teir samdust um í farnu viku.

Tað upplýsa stjórnarkeldur í Kreml.

- Vit eru fús til samráðingar, hóast tíðirnar eru spentar, sigur talskvinnan fyri russisku myndugleikarnar, Maria Zakharova.

Í gjár var greitt, at Blinken arbeiddi við eini ætlan uym at hitta Lavrov hósdagin, og at uttanríkisráðharrarnir skuldu fyrireika ein fund ímillum forsetarnar, Vladimir Putin og Joe Biden.

Fáar tímar seinni var greitt, at Vladimir Putin viðurkendi ukrainsku landspartarnar, Donetsk og Lugansk, sum sjálvstøðugar, og í gjárkvøldið gav hann russiska herinum boð um at fara inn í landspartarnar, fyri at tryggja lóg og landaskil.

Fólk í Eysturukraina siga seg longu hava sæð russiskar stríðsvognar í landspørtunum, skrivar NTB.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213