Halda fram við álopum á Kharkiv og Kiev

Halda fram við álopum á Kharkiv og Kiev
Røðin av russiskum hernaðarakførum, sum hava kós móti ukrainska høvuðsstaðnum, er 64 kilometrar long
Russiska rakettálopið á býin Kharkiv hevur gjørt stóran skaða.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
01.03.2022 - 09:48

Russland heldur fram við álopunum á teir báðar størstu býirnar í Ukraina, Kharkiv og Kiev, skrivar týska tíðindastovan, DPA.

Russisku deildirnar hava sprongt elveitingarstøðir í luftina, sigur borgarstjórin í Kharkiv, Ihor Terekhov, við DPA.

 

Langar røðir av russiskum hernaðarakførum eru á veg til Kiev. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Samstundis nærkast russisk hernaðarakfør høvuðsstaðnum Kiev, og røðin av hernaðarakførum er 64 kilometrar long, skrivar tíðindastovan.

Blaðið, The Kiev Independent, skrivaði í nátt, at loftávaringar hoydust fleiri ferðir í høvuðsstaðnum.

Reuters skrivaði tíðliga í morgun, at langa røðin av hernaðarakførum bert var 27 km úr miðbýnum í Kiev.

 

70 ukrainar deyðir

Myndugleikarnir í Ukraina boða frá, at minst 70 ukrainskir hermenn lógu eftirá í einum russiskum rakettálopi á býin, Okhtyrka, sunnudagin. Býurin liggur í landnyðringspartinum av Ukraina, skrivar BBC.

Roynt verður at fáa jarðað tey deyðu, teirra millum teir 70 hermenninar, sigur embætismaðurin, Dmytro Zhyvytskji, sum leggur aftrat, at russiski herurin mist nógv fólk í álopinum. Tíðindini eru kortini ikki váttað av óheftum keldum.

ST upplýsir, at nú er váttað, at minst 406 sivilfólk eru deyð í Ukraina seinastu dagarnar.

Leiðarin fyri neyðhjálp, Martin Griffiths, sigur við CNN, at nógv fleiri sivilfólk kunnu vera deyð, men at tey ikki eru skrásett enn.

 

520.000 flóttafólk

Samstundis sigur ST, at minst 520.000 flóttafólk eru farin úr Ukraina, og halda nú til í grannalondunum.

Talið av flóttafólkum veksur hvønn tíma, sigur ovastin hjá ST fyri flóttafólk, Filippo Grandi, fyri trygdarráðnum hjá ST.

Hann sigur, at hann hevur arbeitt við flóttafólkum í 40 ár, men at hann ongantíð hevur sæð talið av flóttafólkum vaksa so skjótt sum nú.

Sunnudagin vóru 368.000 flóttafólk skrásett í grannalondunum, upplýsir CNN.

 

Flóttafólkastreymurin úr Ukraina veksur alsamt. Higartil eru fleiri enn ein hálv millión fólk flýdd. Henda myndin er av ukrainum, sum eru komnir til Berlin í Týsklandi. (Mynd: Ritzau Scanpix)
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. januar
EM-tíðindi 26. januar 2026
203227
Mánadag 26. januar
Mánadagur morgunlestur 26.januar 2026
203179
Sunnudag 25. januar
Bolero
203192
Sunnudag 25. januar
EM-tíðindi 25. januar 2026
203191
Sunnudag 25. januar
Ættirnar syngja og suða
203190
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138