Ukrainar fingið ein skáa frá russisku skjótingini

bannari
Ukrainar fingið ein skáa frá russisku skjótingini
Russiska herleiðslan í Ukraina boðaði í morgun frá, at russiski herurin gevst at skjóta eitt skifti, so fólk kunnu sleppa úr fleiri býum. Avtalan kom í gildi nú klokkan sjey
Fólk í Ukraina flýggja undan russisku rakettálopunum
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
07.03.2022 - 07:24

Russiska herleiðslan í Ukraina boðaði tíðliga í morgun frá, at russiski herurin gevst at skjóta eitt skifti, so fólk kunnu sleppa úr fleiri býum.

Avtalan kom í gildið nú klokkan sjey okkara tíð.

Boðini koma frá russiska verjumálaráðnum, og verða endurgivin m.a. av tíðindastovuni, Interfax.

Bardagarnir steðga m.a. í høvuðstaðnum, Kyiv, Kharkiv, Mariupol og Sumy.

 

Avtalan millum Macron og Putin

Sambært Interfax, so er tað franski forsetin, Macron, sum bað Vladimir Putin, forseta, um at steðga á eitt skifti í dag, tá teir báðir í gjár tosaðu í telefon.

Russiska álopið í Ukraina hevur mestsum ikki flutt seg um vikuskiftið, stendur í einum boðum frá bretsku fregnartænastuni, sum er almannakunngjørd á Twitter.

- Russisku deildirnar hava bert flutt seg eitt stutt strekki um vikuskiftið, og ivasamt er, um Russland higartil hevur nátt sínum máli, stendur í boðunum.

 

Hert álopini í mið-, norður og suðurukraina

Samstundis boða ukrainsku myndugleikarnir frá, at russiski herurin hevur hert álopini á býir í mið-, norður- og suðurukraina í nátt, skrivar AP.

Sambært ráðgevanum hjá forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, er talan um býin, Tjernihiv, har norðuri í landinum, Mykolajiv har suðuri og Kharkiv í eystara partinum og fleiri býarpartar við høvuðstaðin, Kyiv.

Í Kharkiv eru fleiri bústaðarøkir rakt, og býurin Tjernihiv er mestsum allur raktur av rakettum.

Støðan er sera vánalig í býarpørtunum, Bucha, Hostomel og Irpin við høvuðstaðin, sigur talsmaðurin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Sunnudag 26. juli
Tónleikur í 13 øldir (4:10)
210348
Sunnudag 26. juli
Guðstænasta úr Fjósinum á G!
211114
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098