Ferðslan á Elduvíkarvegnum verður órógvað minni

Ferðslan á Elduvíkarvegnum verður órógvað minni
Nú líður væl at umvæla vegin, og ringastu asfaltskaðarnir verða eisini asfalteraðir
Elduvíkarvegurin fór so illa í skriðulopinum, at neyðugt er við stórum umvælingum.
Mynd: Árni Jacobsen, Landsverk  
 
09.03.2022 - 08:35

Umvælingin av Elduvíkarvegnum er komin so mikið langt, at arbeiðið, sum eftir er at gera, kann í mestan mun gerast, uttan at tað ávirkar ferðsluna. 

Nýtt og størri rør er lagt í vegin, so vatn oman fyri vegin betur kann renna frá, og ringastu asfaltsskaðarnir verða asfalteraðir næstu dagarnar.

Vegurin verður tó ikki asfalteraður endaliga, fyrr enn seinni í summar, um pengar vera játtaðir til tað.

- Sjálvur vegkassin skal eisini kannast, áðrenn vit endaliga kunnu siga, at allur skaðin er umvældur, sigur Árni Jacobsen, økileiðari hjá Landsverki.

Fyribils bilverja er sett upp, og nýggj verður sett upp seinni í vár. 

 

Seta ferðina niður

Hetta ger, at koyrast má spakuligari á teininum, til arbeiðið er liðugt í summar.

Størri arbeiði er eisini eftir oman fyri vegin, har neyðugt verður at tryggja, at leysa moldin, sum liggur har, ikki framhaldandi skal at ríða oman á vegin. 

Stóra økið, 50.000 fermetrar, skal sáast, og játtan má eisini fáast til tað.

Bilverjan sum fór, liggur framvegis í skráanum, og hon skal eisini takast burtur, sigur Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki.

 

Árni Jacobsen, økisleiðari á Landsverki, tók myndirnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329