900 mió. kr. til pumpuverk í Vestmanna

900 mió. kr. til pumpuverk í Vestmanna
Nevndin í SEV hevur fingið heimild at fara undir at fyrireika verkætlanina
Kári Johansen er nevndarformaður í SEV.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.03.2022 - 14:15

SEV samtykti á eykaaðalfundi í dag at heimila nevndini at fara undir fyrireikingar av verkætlanini við pumpuskipan í Vestmanna, og at útvega 900 milliónir kr. í fígging til íløgur og gjaldføri.

Nevndin hevur fyrr fingið heimild at útvega fígging, men av tí at tað hevur drigið út at fáa loyvi frá orkumyndugleikunum, hevur verið neyðugt at dagføra m.a. tíðarætlan og kostnaðarmeting, so tað samsvarar við hækkaða kostnaðarstigið, sigur SEV.

- Mýruverkið II er alneyðug fyritreyt fyri  vindorkuútbyggingum í meginøkinum í framtíðini, og tað hevur skund at fáa øll neyðug loyvi avgreidd, sigur Kári Johansen, nevndarformaður, við heimasíðuna hjá SEV.

Kann ikki ganga nog skjótt

- Uttan Mýruverkið II verður trupult at fáa vindorkuna til høldar, og tað kann ikki ganga nóg skjótt at fáa sett sjøtul á byggingina, sigur hann.

SEV sigur, at endamálið við verkætlanini  er at fáa mestu nyttu burtur úr avlopsorku frá vindmyllulundunum, sum verða settar upp næstu árini.

Endamálið er eisini at veita støðufesti til elkervið, nú motorarnir fara at verða minni brúktir, og óstøðuga vindorkuframleiðslan økist.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776