Vilja ikki lækka aldursmarkið at brúka talgilda samleikan

Vilja ikki lækka aldursmarkið at brúka talgilda samleikan
Fíggjarnevndin heldur, at verður aldursmarkið lækkað, fara tænastuveitarar at brúka talgilda eyðmerking og samskifti yvir ein kamb til børn niður í 13 ár
Fíggjarnevndin tekur ikki undir við uppskotinum frá landsstýrinum um at lækka aldursmarkið til talgilda samleikan.
 
16.03.2022 - 08:31

Fíggjarnevndin hjá løgtinginum vil ikki lækka aldursmarkið fyri at fáa talgilda samleikan úr 15 árum niður í 13 ár.

Uppskotið um lækkingina kemur annars úr Fíggjarmálaráðnum.

Fíggjarnevndin heldur, at verður aldursmarkið lækkað, fara tænastuveitarar at brúka talgilda eyðmerking og samskifti yvir ein kamb til børn niður í 13 ár, hóast ivaleyst nøkur børn fáa gleði av, at aldursmarkið verður lækkað.

Tað er ikki gagnligt, sigur Fíggjarnevndin.

Hon heldur, at foreldur eiga at umsita og hava innlit í bankakontur og peningalig viðurskifti hjá børnum, sum eru 13 ella 14 ár.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655