SEV varðveitir net, motorar og vatnorkuverk

SEV varðveitir net, motorar og vatnorkuverk
Eykaaðalfundurin í gjár samtykti semjuskal um bygnaðin á elorkuøkinum
Semjuskjalið sigur, at SEV skal varðveita elnetið, eisini dieselverkini og vatnorkuverkini og ábyrgdina av, at skipanin altíð er í javnvág.
 
17.03.2022 - 08:39

SEV varðveitir kervisábyrgd, sum umfatar elnetið, skipanarberandi tænastur og systemábyrgd, tað er umframt sjálvt elnetið, eisini dieselverkini og vatnorkuverkini og ábyrgdina av, at skipanin altíð er í javnvág.

Tað stendur í semjuskjalinum um bygnaðin á elorkuøkinum, sum var samtykt á eykaaðalfundi hjá SEV í gjár.

Samráðingarnevndin, sum hevur gjørt semjuskjalið, var skipað á eykaaðalfundinum hjá SEV 26. november í fjør.


Dótturfeløg egna nevnd og leiðslu

Nevndin skuldi samráðast við landsstýrismannin í umhvørvis- og vinnumálum um bygnaðin á elorkuøkinum. Í nevndini eru formaðurin og næstformaðurin í Kommunufelagnum og nevndarformaðurin í SEV.

Í semjuskjalinum stendur eisini, at dótturfeløgini hjá SEV, Vindfelagið Húsahagi og Vindfelagið í Neshaga, sum eiga og reka vindmyllulundirnar í Húsahaga, Neshaga og Porkerishaga, skulu skipast við sjálvstøðugari nevnd og leiðslu, uttan persóns-samanfall við SEV.

Ein bólkur skal setast at kanna, hvussu ein marknaður kann skipast í søluliðinum við tí endamáli at skapa dynamisk tilboð, sum eggja fólki til at leggja um til varandi orkukeldur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375