Fleiri enn 6.000 ukrainar bjargaðir í gjár

bannari
Fleiri enn 6.000 ukrainar bjargaðir í gjár
6.266 ukrainar bjargaðir í gjár. 3.071 av teimum komu frá kringsetta Mariupol
Flóttafólk í Ukraina.
Mynd: Ritzau Scanpix.  
 
02.04.2022 - 10:17

Hóast tað ikki eydnaðist hjá Reyða krossi at hjálpa borgarum úr Mariupol í gjár, so eru yvir 3.000 ukrainar kortini fluttir úr kringsetta havnabýnum Mariupol í gjár. Tað boðaðu ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, frá sjónbandaðari røðu í gjárkvøldið.

Tað skrivar tíðindastovan AFP í morgun.

- Humaniterarar rýmingarleiðir riggaðu í trimum økjum í gjár. Donetsk, Luhansk og Zaporizhia. 6.266 ukrainar eru nú bjargaðir, og 3.071 av teimum komu frá Mariupol. Segði altso ukrainski forsetin í gjárkvøldið. 

Eitt tíðindafólk hjá AFP váttar, at umleið 30 bussar fluttu fólk úr Zaporizhia í gjár. Summi av fólkunum vóru rýmd úr nærliggjandi býnum Mariupol til gongu.

Ukrainska stjórnin boðar í morgun frá, at ætlanin er at lata sjey humaniterar rýmingarleiðir upp í dag. Millum annað úr Mariupol. Tað skrivar Reuters.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244