Nógv lurta eftir útvarpinum hjá Kringvarpinum

Um KVFTíðindi
Nógv lurta eftir útvarpinum hjá Kringvarpinum
Spyr.fo hevur kannað, hvørjum føroyingar lurta eftir í gerandisdegnum. Meira enn helvtin av føroyingum lurta eftir tíðindunum kl. 12.20
 
08-04-2022

Lurtarakanningar gjørdar fyri mánadag til sunnudag gjøgnum mars mánað vísa, at útvarpssendingar hjá KvF eru væl umtóktar. 500 svargevar eru spurdir fyri hvønn av teimum ymsu døgunum, hvørjum teir hava lurtað eftir dagin fyri.

Tølini fyri einstøku sendingarnar eru góð. Eitt nú lurtaðu 51,6% eftir útvarpstíðindunum kl. 12.20 mánadagin 7. mars, og 49,8% lurtaðu kl. 18 sama dag. Fríggjadagin 18. mars lurtaðu heili 34% eftir aktualitetssendingini Breddanum, sum verður send fyrru ferð fyrrapart og endursend tíðliga á kvøldi.

Føroyingar hava altíð lurtað nógv eftir útvarpinum, og lurtararnir hava álit á tíðinda- og aktualitetssendingunum hjá Kringvarpinum”, sigur Ivan Hentze Niclasen, kringvarpsstjóri.

Tað eru tó ikki bara tíðindi og aktualitetur, sum upptaka uppmerksemið hjá føroyingum. Góðan morgun Føroyar, sum er ein blandingur av undirhaldi og upplýsing, hevur eisini góð lurtaratøl. Mánamorgunin 7. mars lurtaðu 46,4% av føroyingum eftir Góðan morgun Føroyar og 2,2% eftir endursendingini seinnapartin. Sendingin tykist hava trúfastar lurtarar, tí tølini frá lurtarakanningum, ið áður eru gjørdar, hava víst áleið sama úrslit.

Út við 25% lurta eftir fólksligu reportasjusendingini Við Tórði á túri, og kanningin staðfestir, at heilt nógv lurta eftir endursendingini týsdag eisini.

Lurtaratølini fyri sendingarnar Vikuskiftið, Credo og Nón liggja millum 18-22%. Oman fyri 20% av lurtarunum lurta eftir Málteiginum, sum viðger føroyskt mál og mállæru mánamorgnar.

Ávikavist 34,4% og 30,4% lurtaðu eftir Brunsj og Plátubarrini leygardagin 26. mars, sum eru tvær tónleikaberandi sendingar við góðum práti og vertum.

Útvarpið hevur enn gott tak í føroyingum. Tað frøast vit um, tí miðlavanarnir eru broyttir munandi við talgildingini. Stóri vøksturin av útlendskum tilboðum ávirkar okkara mentan bæði á ein og annan hátt, og tí er tað gott, at føroyingar taka so væl undir við útvarpinum”, sigur kringvarpsstjórin.

Spyr.fo hevur gjørt kanningarnar.

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659

Um kvf css